Fríggjakvøldið bórust boðini um, at Kristian Martin Skála varð farin, einans 51 ára gamal.
Kristian Martin var ein av stovnarunum av ÍA, og var tað eitt hjartamál hjá honum, at ungdómurin á Argjum hevði nakað at fara til. Ikki bert um summarið, men eisini um veturin.
Tí legði hann eisini nógv fyri, tá hondbólturin á Argjum skuldi setast á stovn. Frá fyrsta degi – í 2011 – var hann ein drívmegi í felagnum.
Hann var formaður, venjari, dómari og sponsorur.
Ja, hann var alt “felagið” og tí hava vit á Argjum so sera nógv at verða takksom fyri. Ofta skemtaðu vit við, at hjá Kristian Martini funnust eingin trupulleikar. Stakk okkurt seg upp, har vit onnur gjørdust heilt stressaði, varð svarið frá honum altíð “tað gongur nokk”.
Seinnu árini hevur Kristian Martin ikki verið í nevndini, men hjarta bankaði altíð fyri ÍA, og hann helt áhaldandi fram við at hjálpa til við nógvum uppgávum. Eisini, nú heilsan varð farin at bila, helt hann fast um sín part, í seinasta kappingarárið var hann fleiri ferðir at síggja við dómaraborðið, tá ið lið okkara spældu. Umframt stóra leiklutin í ÍA, varð Kristian Martin eisini sera virkin í bæði AB og Argja Róðrafelag, so vit á Argjum hava so sera nógv at takka honum fyri.
Sosialt fylti Kristian Martin nógv. Hann gjørdi mun, allastaðni har hann varð, altíð klárur at hjápa, um onkrum tørvaði hjálp.
Stutt sagt var hann ein vinur av teimum heilt trúgvu, saknurin verður stórur.
Við djúpastu samkenslu til Rannvá, børn, abbabørn og familjuna.
Friður verið við minninum um Kristian Martin Skála