B36 er størsta fótbóltsfelagið í Føroyum. Vit arbeiða hvønn dag við breiddini og teimum bestu. Í U11 dreingjum savnast vit í hvítum og svørtum um eitt stimbrandi ítróttaumhvørvi, har vit vilja skapa vinnarar í breiðari merking. Her skulu øll kunna mennast sosialt og ítróttaliga, har úrmælingar eisini fáa dirvi og førleikar at elta sínar fótbóltsdreymar.
U11 dreingir venja tríggjar ferðir um vikuna. Umframt tað hava allir møguleika fyri meirvenjing og spælvenjing.