B36 er eitt av Føroya størstu fótbóltsfeløgum. Aftanfyri svørtu og hvítu litirnar er eitt rúmligt og framsøki felag – Virðing, rúm fyri øllum, dirvi, stuttleiki, kærleiki og stríðsvilji eru 6 virðir, vit í B36 raðfesta høgt.
Í B36 er tað umráðandi, at øll hava tað stuttligt og føla seg sum ein part av felagskapinum. Vit royna allatíðina at skapa bestu karmar og hava sosial tiltøk fyri liðini hvør sær og fyri alt B36, samstundis sum vit eisini hava pláss til at dyrka talentið. Hjá okkum er tað týðningarmesta talentið ”stríðsvilji”, har egin avrik vera virðismett høgt. Arbeiðir tú hart, gert ein eyka innsats í mun til venjing, so hjálpa vit við menningini og kunnu bjóða meir-venjing, venjing við árganginum omanfyri og spælarasamrøður.
U15-dreingir venja 3 ferðir um vikuna + styrkivenjing.
Fyri at royndarvenja, kunnu tit seta tykkum í samband við ein av venjarunum ella skriva til høvuðsungdómsvenjararn á [email protected]