Ráð til foreldur


10 góð ráð um, hvussu tú stuðlar barni tínum best

  1. Hondbóltur skal vera stuttligur og  fyri øll – bæði á og uttan fyri vøllin
  2. Vís áhuga við at koma við til kappingar/dystir – um ikki hvørja ferð so av og á
  3. Eggja øllum børnunum til, tá tey spæla dyst – ikki bara tínum barni
  4. Stuðla arbeiðinum í felagnum – tað verður virðismett, eisini av barni tínum
  5. Dómarin er ein vegleiðari, sum skal hjálpa børnunum – ikki finnast at avgerðum dómarans
  6. Hondbóltur er ein liðítróttur – liðfelagarnir vilja fegnir hava, at títt barn er við
  7. Virð avgerðirnar hjá venjarunum – verð positiv/ur og stuðlandi
  8. Stuðla og eggja til, bæði tá tað gongur við og ímóti – ikki koma við atfinningum
  9. Spyr um dysturin var góður og stuttligur – ikki bara um úrslit og skoringar
  10. Tað er barn títt, sum spælir hondbólt – ikki tú