Gul 2

Um liðið

GUL 2: Byrjarir, og eitt sindur vand – grundvenjing 

fødd: 2015 og 2016


Kostnaður kr. 1.400 um árið

Lið fyri børn, sum eru frá og við 7 ár. Hetta eru lið fyri byrjarar og tey, sum hava svomið við liðum í Gundadali, og/ella tey, sum hava svomið við hvítum/gulum liði í fjør, og/ella børn, sum klára seg í vatni, men ikki hava lært nakað serligt teknikk. Hesi tora helst at koyra høvdið undir (kanska ikki øll, tó), og onkur klárar kanska at flóta. Byrjunarteknikkurin til at læra at svimja er enn ikki komin uppá pláss. Hyljarnir eru djýpri enn lítli hylur í Gundadali, og her læra børnini at flóta, umframt nakrar grundleggjandi teknikkir, m.a. anding og grovtekniskt at svimja crawl og rygg. Eisini her er tað umráðandi at hava tað stuttligt fyri at varveita áhugan.


Vant verður 1x40 min. um vikuna í Eysturskúlanum

Venjarar

Dávur Eyðunsson Sørensen
Signa Vár Dávadóttir
Maria Suma Poulsen