LJÓSAGUL 1: Vand, ella byrjarir, sum tora
fødd: 2018 og 2019
Kostnaður kr. 1.200 um árið
Lið fyri børn, sum eru 5-7 ár. Hetta er lið fyri byrjarar, sum tora at koyra høvdið undir, og/ella tey, ið hava svomið við hvítum/ljósagulum liði í fjør. Onkur klárar kanska at flóta, men byrjunarteknikkurin til at læra at svimja er enn ikki komin uppá pláss, hóast ljósagul tora væl at vera í vatninum. Børnini skulu vera trygg í vatninum, og læra seg at akta boðum frá einum svimjivenjara, umframt nakrar grundleggjandi teknikkir, m.a. anding. Hesi børnini tora betri, enn tey á HVÍT. Tað er umráðandi at hava tað stuttligt fyri at varveita áhugan.
Vant verður 1x25 min. um vikuna í lítla hyli í Gundadali.